Tíðindi

Tóra og Mirjam í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp týsdagin 30. apríl kl. 17:00. Har ein góður drekkamunnur er at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin –  Tóra Hammer og Miriam Poulsen hava kenst síðan barnaár, og listin hevur altíð spælt ein stóran leiklut í teirra vinarlagi. Tær hava aldrin teknað eins men hava tó altíð funnið íblástur frá hvørjari aðrari. Hetta […]

Kvøldskúlin framsýning í Ribarhúsi 22 til 29. mai-

Grannakaffi í Ribarhúsi – leygardagin 20. apríl kl. 15 til 18

Tað eru damurnar sum í vetur hava gingið til Stokkakvøld hjá Kvøldskúlanum á Ribarslofti – sum skipa fyri 🙂  

Ribarhús fríggjadag 12. og leygardag 13. apríl – báðar dagar opið kl. 11 til 18

Mini “Støkkupp” Sølumiðstøð í Ribarhúsi 12.-13. apr. 2024. Opið báðar dagar kl. 11 til 18

Eitt sera hugnaligt gamalt hús við tveimum inngongdum –  einari bláari hurð ”heimeftir” og eini reyðari  hurð ”norðeftir”. Inni her, millum bjálkar, brettir,  gamlar hyllar, skivur og knirkandi trappur – eru nógvir hugnaligir krókar har tú kanst sita við stokkum og einum dussi. Ella bara ganga í tímavís og hugna tær og hitta fólk og […]

Fyrilestur um ófrið – í “verðsins friðaligasta og hugnaligasta” Ribarhúsi …

Fuglafjarðar Kvøldskúli – Heini í Skorini hevði ein  áhugaverdan  fyrilestur  hóskv. 21. mars -“Ísrael og Palestina millumkríggj og vón”

STØKK-UPP í Ribarhúsi frí. 12. og ley.13. apríl –

Anni Haraldsen við áseymaðum myndum í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp pálmasunnudag  24. mars kl 15 har Bárður á Lakjuni luttekur við sangi og spæli til ferniseringina  Opið er sunnudagin til kl. 17. Øll eru hjartalig vælkomin 🙂 Framsýningin er opin yrkdagar kl. 13 til 16  og leygardag kl. 11 til 14. og hongur uppi intil einaferð mitt í apríl.  Opið  allar páskadagarnar […]

Í Ribarhúsi 12 mars – Hugnakvøld og Aðalfundur

So deiliga nógv møttu upp  – Takk fyri ein siðiligan og góðan fund. Fyrst ein góðan drekkamun við lekkrari lagkøku frá Marietta. So eina góða og gevandi framløgu frá Moniku Mohr. Kristian Martin legði roknskapin fram  – vit eru bara heilt tilfreds við tølini – har kundi sikkurt staðið betri til …men sanniliga eisini nógv […]

Hugnakvøld og aðalfundur í Ribarhúsi -12.mars kl. 19